Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landað í vikuni.  Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum,  tvey eru við Grønland og so hevur eitt verið á Flemish Kap (landar í vikuni). Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva og blálongu. Fleiri koma at landa í vikuni

Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur.  Veðurvánirnar eru vánaligar, so vit vænta ikki nógvan útróður.

Ein ísfiskatrolari fiskar tosk á Íslandsrygginum. Hann landar møguliga síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir frystitrolarar fiska svartkalva við Føroyar.

Trý pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið inn ímillum. Hini pørini liggja við bryggju, men helst fer okkurt parið út í næstum.

Tríggir trolbátar eru til fiskarí og koma allir at landa í vikuni. Teir fiska mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski. Fiskaríið er smáligt.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo