Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Altjóða Barnarættindadagur í Fuglafjarðar skúla
Í dag 20. november er altjóða barnarættindadagur og hevði næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla tikið stig til at savna øll næmingaráðini á skúlum í Føroyum til at halda dagin saman. Fleiri enn 500 næmingar vóru savnaðir og 20 skúlar vóru umboðaðir til tiltakið.
Landstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setti dagin og Hanna Vang, Løgtingsins umboðskvinna og Barnanna umboðskvinna hevði framløgu um ST-sáttmálan  og um rættindi hjá børnum. 
Næmingaráðið hevði gjørt eina spennandi skrá og leiddi okkum væl ígjøgnum dagin. Á skránni vóru tónleikaframførðslur, bæði kórsangur og orkestur, felagssangur, spøl og ábit á skránni. 

Minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong
Minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong, varð í dag sett upp í Miðstaðarlundini, kortini verður almenna minnisløtan ikki fyrr 17. desember kl 14., tá almenningurin fær høvi at síggja minnismerkið.
Hugskotið til minnismerkið, spratt á Allahalganadegi í 2018 og vóru tað Brynhild Næs Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Klementsen, ið tóku stig til minnismerkið. 
Guðrið Poulsen, leirlistakvinna hevur gjørt minnismerkið, ið kemur at geva burturtagdu søgunum, um tær ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.

Onki – ein leikur frá Tjóðpalli Føroya
Leikurin Onki, verður í kvøld sýndur í Mentanarhúsinum kl 20:00. 
ONKI, eftir bókina hjá Janne Teller og gjørt til leik hevur Pelle Koppel.
ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og eitt nú hevur hann fingið sera góð ummælir.
ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING.
Talan er um samstarv millum Tjóðpall Føroya og Mentanarhúsið.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo