Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Faroe Music Export: Elinborg, Kóboykex og Aggrasopapr vera við á Nürnberg Pop festivalinum í oktobur.

Nürnberg Pop er ein framúrskarandi tónleika- og mentanarfestivalur, ið hvørt ár verður hildin í Nürnberg í Týsklandi. Festivalurin hevur nú verið til í 13 ár. Hetta er ein av størstu klubba- og sýnsiglugga-festivalunum í Suðurtýsklandi, sum dregur til sín eitt fjølbroytt úrval av tónlistafólkum og tónleikaáhugaðum.

Festivalurin minnir eitt sindur um Iceland Airwaves, sum vit longu kenna væl, tí hann verður hildin á nógvum ymiskum pallum í gamla býnum í Nürnberg, herundir í kirkjum, søvnum, hotellforhøllum, lokalum barrum og í nútímans klubbum, har nógvar sjangrur eru umboðaðar, so sum indie, poppur, elektro-tónleikur, rockur, hip-hop, soul, folk og jazz.

Nürnberg Pop hevur orð fyri at vera eitt livandi og inkluderandi tiltak, sum veitir pallar bæði til viðurkend tónlistafólk og til tónlistafólk úr ymsum sjangrum, sum eru við at koma fram. Festivalurin fevnir ikki bara um tónleikaframførslur, men eisini um Nürnberg Pop Conference, sum savnar umboð fyri mentan, politikk og tónleikaídnaðin, har tey umrøða týdningarmikil evni innan poppmentan, og har fólk savnast fyri at byggja sítt netverk út og luttaka í verksmiðjum.

Ráðstevnan hevur til endamáls at skapa eina lága gátt og eitt inkluderandi umhvørvi, har kjakast verður um mentanarlig evni og um ættarliðsskifti innan tónleika- og mentanarheimin t.d. Á ráðstevnuni luttaka vanliga umleið 450 luttakarar (aftrat vanligu áhoyrarafjøldini).

Vit hava nú ta stóru gleði at kunna boða frá, at Koboykex, Elinborg og Aggrasoppar eru boðin at luttaka í Nürnberg Pop Festivalinum í oktober.

David Lodhi, sum hevur heitið Head of Booking og Festival Management, frøðist um tað nýggja samstarvið við Føroyar:

«Sum ein sýnisgluggafestivalur, ið hevur sett sjóneykuna á lond og marknaðir uttanfyri tey týskt-talandi londini (Týskland, Eysturríki, Sveis) í fleiri ár nú, eru vit serliga bergtikin av atdráttarmegini og dygdini, sum listafólk úr Norðurevropa hava her í Miðevropa. Ein sjónliga jalig menning fer fram her, sum vit halda verður stuðlað tey røttu støðini. Tá hugsað verður um Føroyar, er tað ikki bert fyrimyndir sum Eivør ella Teitur, ið eru á okkara radara. Takkað verið luttøkuni hjá Faroe Music Export á Great Escape (Brighton) og serliga á Iceland Airwaves (Reykjavik), hava vit ikki bert havt møguleikan at varnast góðar tónleikabólkar og tónlistafólk sum Guðrið Hansdóttir, Joe & The Shitboys, ella Marius DC undanfarin ár og - viðvíkjandi teimum báðum fyrstu - at bjóða teimum til Nürnberg Pop. Men vit hava eisini havt høvi til at netverka beinleiðis við Faroe Music Export á móttøkuni sum partur av Iceland Airwaves. Á móttøkuni í fjør fingu vit hugskotið um at fara undir ítøkiligt samstarv, sum vit so seta í verk í ár. Vit gleða okkum nógv til at kunna vísa fram tríggjar av teimum mest spennandi bólkunum úr Føroyum bæði fyri tónleikaídnaðin og fyri tónleikaelskandi fólki á Nürnberg Pop festivalinum, og eg var persónliga sera fegin um at verða boðin við til G! Festivalin. Í mun til eitt burðardygt felags samstarv, eri eg sannførdur um, at hetta bara er byrjanin til eitt frálíkt áralag frameftir okkara millum.»

Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export (FMX), tekur undir við David Lodhi: «Hetta er eitt munagott samstarv, sum vit gleða okkum nógv til, og sum vit vóna er byrjanin til, at føroysk tónlistafólk eru vælkomin til festivalin í langa tíð frameftir. Nú er eisini ein framúr møguleiki at taka tey fyrstu stigini, sum eru neyðug fyri at koma sær fram og gerast viðurkendur í einum av heimsins størstu tónleikamarknaðum: Týsklandi. Hetta er bert tað fyrsta av teimum mongu spennandi tingunum, sum fara at henda í framtíðini, og føroyska tónlleikavinnan fer at hava ovmikið at gera uttanlands í heyst», greiðir Glenn spentur frá. «Tað er nógv meira ávegis.»

Nürnberg Pop verður hildin frá 10.-12. oktober 2024.

Les meira um Nürnberg Pop her: https://www.nuernberg-pop.com/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo