Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Petur Anfinn Johannesen er við á veteranlandslignum, sum skal spæla EM síðst í juni

Marjun Restorff og Eyðud Anthoniussen umboð Føroyar í kvinnuraðnum og opna raðnum

Carl Mikkelsen og Danny Danielsen eru á føroyska veteranlandsliðnum

Bridgesambandið: Fyri fyrstu ferð skulu trý bridgelandslið spæla um EM í bridge. Umframt besta landsliiðið, sum verður rópt opið lið, verða eisini eitt kvinnulandslið og eitt veteranlandslið við.

EM-kappingin verður í Herning um mánaðarskifti juni-juli.

Opið landslið hevur verið við til EM fýra ferðir ferðir og kvinnulandsliðð hevur verið við tvær ferðir – seinast i 2004.

Hesi ferð er EM kappingin í Herning í Danmark og hevur Føroya Bridgesamband avgjørt at send trý landslið avstað. Hetta er fyrstu ferð eitt veteranlandslið er við. Kravið er, at spælarnir eru minst 64 ár, tá kappingin verður hildin.

EM í bridge verður spælt annaðhvørt ár og plaga eini 30 lond at vera við.

Á hvørjum liði eru trý pør – seks spælarar, har øll liðini spæla øll móti øllum í teimum trimum kappingum opið rað, kvinnurað og veteranlag. Kappingin varir 14 dagar.

Fyri at øll liðini hava somu møguleikar, vera somu spøl spæld við øll borðini. Og fyri spælarar ikki skulu kunna geva tekin til hvønn annan, er ein træskíggi settur á borðið, so spælarar á sama pari ikki kunnu síggja hvønn annan. Slikir skiggjar vera bara brúktir til stórar kappingar.

Føroysku liðini eru:

Opið lið: Símun Lassaberg-Arne Mikkelsen, Eyðun Anthoniussen-Dia Jacobsen og Árni M. Dam-Balle Mohr.

Kvinnulið: Marjun Restorff-Arnleyg Mikkelsen, Anna Paulina Olsen-Eva Sarita Berg og Maria V. Hansen-Birita T. Clementsen.

Veteranlið: Arnbjørn Sivertsen-Carl Mikkelsen, Heini Joensen-Danny Danielsen, Petur Anfinn Johannesen-Øssur Winthereig.

Liðskiparar eru: Óli Holm og Oluf Müller.

Marjun Restorff og Eyðud Anthoniussen umboð Føroyar í kvinnuraðnum og opna raðnum

Carl Mikkelsen og Danny Danielsen eru á føroyska veteranlandsliðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo