Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF:  – Vit hava verið sera væl nøgd við samstarvið undanfarnu árini, og tað kemur tí væl við, at hendan avtalan verður longd. Tað hevur eisini stóran týdning, at vinnulívið er við, og vit eru sjálvandi erpin av, at ein so stórur viðspælari framvegis ynskir at vera á okkara liði, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. 

Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen undir nýggja stuðulsavtalu, ið inniber, at verandi avtala verður longd við trimum árum, og er sostatt galdandi til endan av 2025. 

Tað merkir, at eisini næstu trý árini fara fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum framvegis at eita Betri Deildin, samstundis sum Betri framhaldandi verður ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum. 

Eisini í Betri samtakinum eru tey errin av at vera ein av stóru og sterku viðspælarunum hjá kvinnulandsliðnum, og hjá føroyskum fótbólti sum heild.

– Vit ynskja alla tíðina at ganga nýggjar leiðir, og nú kvinnurnar skulu undir ein nýggjan kappingarleist í UEFA Nationas League, so vilja vit sjálvandi vera við. Fótbóltur fyllir eisini nógv í samfelagnum – í øllum aldursbólkum. Fótbóltur er savnandi og mennandi, ið samstundis er nakað, sum vit eisini stremba eftir hvønn dag, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum.

Betri Deildin 2023 hjá monnum byrjar væntandi fyrsta vikuskiftið í mars, meðan Betri Deildin 2023 hjá kvinnum væntandi fer av bakkastokki ein góðan mánað seinni. Lutakastið til fyrstu UEFA Nations League kapping hjá kvinnum verður eisini um sama mundi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo