PSG er hart rakt av skaðum undan Champions League-dystinum týsdagin í næstu viku móti Manchester United.
Positivar koronakanningar og fleiri skaddir leikarar minka um franska PSG-hópin so munandi, at tað gerst torført hjá týska venjaranum at manna eitt lið.
- Vit hava bert 11, 12 ella 13 leikarar tøkar, segði Thomas Tuchel á einum tíðindafundi sambært Manchester EveningNews.
PSG fær vitjan av Manchester United týskvøldið klokkan 20 føroyska tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo