Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stutt eftir ár 1000 gekk Tróndur í Gøtu við til at gjalda Noregs kongi skatt og harvið gjørdust Føroyar ein partur av Noregs ríki. Í 1261 vórðu grønlendingar fyri somu lagnu. Tey 763 árini síðani hava grønlendingar og føroyingar verið í sama ríki.

Men nú ætlar nývaldi forsetin í USA Trump at skilja okkum sundur við at gera ein sáttmála við donsku stjórnina um at Grønland skal loysast frá Føroyum og at vit skulu verða undir donskum ræði.

Ein slíkan sáttmála hevur danska stjórnin als ongan rætt til at gera við USA.

Ríki okkara, har vit komu saman í 1261, fekk í 1380 felags kong við Danmark, og í 1814 høvdu vit givið honum einaveldi. 18. januar 1814 var grundlóg okkara broytt, tí kongur okkara gav okkum valrætt til okkara egnu stjórn, sum hevði alt vald í ríki okkara, sum síðani er minkað, tí núverandi Noreg og Ísland eru farin burtur úr.

Hetta hevur tó ikki ávirkað rættarstøðu Grønlands og Føroya, sum framvegis hava ta grundlóg sum kom í gildi 18. januar 1814 og sigur at bert vit hava rætt at stýra innan fyri felags mark okkara og eru í einari javnbjóðis ríkjasamgongu við Danmark. Skulu avgerðir takast um uttanríkispolitikk skulu bæði ríkini vera samd um tað.

Tá Trump nú kemur og vil sleppa at gera av hvørja støðu grønlendingar skulu hava í heimssamfelagnum, er tað tí ikki nóg mikið at hann vendir sær til donsku stjórnina. Tað er neyðugt, at stjórn Grønlands og Føroya, sum síðan 18. januar 1814 hevur havt javnbjóðis rætt við donsku stjórnina til at taka avgerðir vegna ríkjasamgonguna, er við í hesum samráðingum.

Tað sum tí stendur ovast á breddanum hjá okkum er at grønlendingar og føroyingar skipa ta stjórn, sum saman við donsku stjórnini kann taka upp samráðingarnar við Trump.

Nú liggur hetta raðið fyri. Í ríki okkara býr meirilutin í Grønlandi, so í tingi okkara fara grønlendingar at verða fleiri enn føroyingarnir, og stjórnin fer tí at halda til í Nuuk.

Enda samráðingarnar við Trump við, at semja verður um broytingar av marki okkara, er tað tí at vit meta hetta er til okkara fyrimun.

Einki kann gerast uttan um ríki okkara og tess fólkavaldu stjórn.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo