Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað sær døkt út hjá sosialistunum á Løgtingi at sleppa úr skuldarholinum.

CEF-samgongan gróv seg 400 mió kr niður í skuldargrøvina fyrsta fíggjarárið.

Rutt Vang skuplar seg 100-tals mió kr longur niður um haldførið ár um ár.

Skilið er sum í Íslandi, har Vinstru-grønu nú ikki sleppa inn um tinggáttina.

Har stuðla nú bert 27% av veljarunum tí vinstrahallu samgonguni.

Her tekur Rutt Suðuroyartunnilin gísla, tí har eigur Framsókn ongar atkvøður.

Gykl, tí Suðuroyartunnil dýrkar ikki nýtsluna hjá landskassanum.

Hann sum hinir kostar landinum undir 1% netto árliga í íløgum, ikki í nýtslu.

Javnaður og Tjóðveldi nokta Rutt at útseta tunnilin. Tað kann hon slíta uppá.

Skatta og dýrka – lækka og lætta
Vinstrahall blása á, at tað loysir seg at reka Føroyar bíligari við lægri skatti.

Sosialistar keypa sær altíð atkvøður við at økja almennar útreiðslur.

At hækka almenna nýtslu við at skatta og brúka meiri skaðar búskapin.

Tað økir inflatiónina, ið saman við hægri skatti etur 2/3 av allari lønarhækking.

8% lønarhækking gevur løntakarum bert 3 kr meiri netto í lumman um tíman.

Skattalætti hevði gjørt alt bíligari og givið hægri netto tíma- og mánarløn.

“Drill, baby, drill”
Trump varð spurdur, hvat hann fer at broyta 1. dag sum forseti aftur í USA.

Trump svaraði: “Stongt markið fyri fleiri rekavættum” og “Drill, baby, drill”.

Hann hevur heimild til at opna hvørja olju- og gasskeldu, gamla sum nýggja.

Hvat hevur alt hetta við Trump og Rutt eftir 5. nov at gera, spyr onkur.

Jú, tí tá Joe Biden bleiv forseti, lækkaði hann oljuframleiðsluna í USA 10%.

Tískil, og tí at EU hevði bundið seg at Putinsa olju, er oljan í dag 55% dýrari.

Í USA eru prísirnir 22% hægri, og keypirorkan 5% lægri, enn tá Biden kom.

Kolvetni er enn 80% av heimsins orku, ið ber allari vinnu og vælferð uppi.

Føroyar missa 6-700 mió kr árliga
Vanlukku fylgjan av herferðini fyri vindi og sól ímóti olju er ‘orkufátækradømi’.

Fólk flest í Evropa, USA og úti í heimi hava ikki ráð til el-hita og A/C.

Fyri at sleppa úr neyðini krevst eisini í Føroyum, at krikatakið um oljuna linkar.

Til tá mugu Føroyar gjalda 6-700 mió kr árliga meiri fyri oljuna, ið vit brúka.

Vit hava innflutt 300-350.000 tons av olju árliga frá 2017 til 2024.

2017-2020 við Trump rindaðu vit 1,1 mia kr miðal árliga fyri hesa olju.

Frá 2021-2024 (Biden forseti) hava vit rindað 1,8 mia kr árliga fyri somu nøgd.

Vit ímynda okkum, hvussu nógv betur føroyski búskapurin kundi verið fyri.

Hesin prísmunur svarar til danska blokkin, ella 30.000 kr meir pr húski árliga.

Vinnur Trump valið?
Enn stuðla fleiri amerikanskir veljarar Trump enn Kamalu Harris.

Men 62% av spurdum veljarum óttast valsvik frá Dems (sum í 2020).

80% av amerikanska miðlamonopolinum eru partur av Dem valmaskinuni.

Eisini stuðla 80% av 1,7 mió NGOs (m.a. skattafríir felagsskapir) Dems.

Teir ríkastu amerikanararnir fram við eystur- og vesturstrondini velja Dems.

Almenn fakfeløg við 22 mió limum íalt lata Dem valevnum pengastuðul.

Tá tað snýr seg um at svika við (bræv)atkvøðum, arbeiða mió fólk fyri Dems.

Flestu teirra liva (sum her) av at fáa løn og sosialar veitingar frá tí almenna.

Men flestu høgravend arbeiða í fríu vinnuni, har tey skapa virði og pening.

Rættir Trump ‘Baby Rutt’ eina hond?
Ovmikið er av olju. USA er størsti framleiðari, 2 Rusland og 3 Saudi Arabia.

Við “Drill, baby, drill” hevði Føroya handilsjavni verið 700 mió kr betur fyri.

20.000 føroysk húsarhald høvdu spart 30.000 kr í miðal árliga.

Alt veldst, um klima-kultistarnir ella vanligt vit og skil vinna orkubardagan.

Kanska rættir Trump okkara ‘Baby Rutt’ og haldførinum eina hjálpandi hond.

Svika Dems sína ‘gvag-gagg Kamalu’ inn í forsetasessin, so Gud náði okkum.

Yvir 60% av spurdum veljarum í USA óttast valsvik, serliga frá Dems.

Verður 5. nov hitt síðsta ‘fría’ valið, og USA ein ‘sovjetiskur 1-flokkstatur’?

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo