Umboðsmannatingið hevur atkvøtt nei til eitt nýtt uppskot til fíggjarlóg.
Uppskotið fekk stuðul frá komandi forsetanum Donald Trump.
Tað var tvørpolitisk semja um eitt uppskot fyrr í vikuni, men hesum tóku Trump og Elon Musk ikki undir við.
Og nú hava so demokratarnir felt eitt uppskot frá republikanarunum við stuðli frá 38 republikanarum. 174 atkvøddu fyri uppskotinum og 235 ímóti, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo