Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Donald Trump heldur ikki, tað var eitt gott hugskot at USA sendi langrøkkandi rakettir til Ukraina, og enn verri, at Ukraina eisini slapp at brúka tær.

- Tað er púra ørt. Hví gera vit hetta? Eg eri ímóti at senda rakettir fleiri 100 kilometrar inn í Russland, tað ger bara kríggið verri. Tað skuldi ikki verið givið loyvi til at brúka rakettirnar, sigur komandi amerikanski forsetin við Time Magazine.

USA lat rakettirnar til Ukraina, eftir at Russland fekk stuðul frá Norðurkorea í krígnum ímóti Ukraina. 

Donald Trump verður eisini spurdur, um hann fer at lata Ukraina sigla sín egna sjógv. Hann svarar, at hann vil hava eina friðaravtalu í lag, men vil ikki siga, hvussu tað skal gerast.

Í valstríðnum uppundir forsetavalið segði Donald Trump, at hann skuldi fáa frið í lag eftir 24 tímum, um hann vann valið og bleiv forseti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo