Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stutt fyri valið í USA vístu fleiri meiningakanningar hættisliga slagsiðu.

88% av dønum og 58% av føroyingum stuðlaðu sosialistisku Kamalu Harris!

Altso: nærum 90% av dønum liggja ímillum Javnaðarflokkin og Eindarlistan.

90% av pressu, akademia, skúlaverki og statsvaldi er samsint í hesum máli.

Tað ræðir, at vesturlendskir miðlar eru so ideologiskt lagghallir.

DR 1, DR2, TV2, Berlingske, BT, J-P, Ekstrabladet, W-A og restin eru samd.

Sostatt er einki talu- og meiningafrælsi í Danmark. Alt er ein sosialistisk suppa.

Trump-hatarar stuðla væl eisini Hezbollah, Putin, Xi, Hamas, Kim o.ø búllum.

Tey eru væl samsint við Kamalu um klimakult, tvørkynd, menn í kvinnuítrótti.

Enn eitt prógv, at miðlafólk eru meiri villeiðarar og agitatorar enn upplýsarar.

Tey læra vinstrahalla aktivismu, kallað ‘journalisma’, og ikki óhefta greining.

Tey flestu søkja starv, løn og ávirkan á 80% miðlamonopolum og barrikadum.

Føroyar eru einki undantak. KvF brúkar tíðindadeildina at ávirka, ikki upplýsa.

Politisku heimildarfólkini hjá ‘Hamas-John’ telja max 10 til at einsrætta fólk.

Fleiri viðmerkjarar eftir 20 ára útbúgving tosa føroyskt sum 10-ára gomul.

Tað píndi at hoyra ÚV-tvætla síðsta sunnudag um eina fuppkanning í Ohio.

Føroyingar eru tó so frægir, at ikki øll eru blindað av miðlavilleiðing.

Veljarafjøldin í USA læt seg ikki stanga av risa trýstinum frá øllum síðum.

CNN, CBS, MSNBC, ABC, CBS, NYT, WP, LAT osfv ímóti Fox News, NYP.

78 mió amerikanarar valdu Trump og 69 mió valdu Harris. Greið tala.

300+ valmenn fyri Trump og bert 126 valmenn fyri Harris. Sólarklárt.

Senatið: 53 Reps og 47 Dems. Kongressin 211 Reps móti 189 Dems.

Amerikanskt fólkastýri hevur felt sín dóm hesa ferð. Ikki pressan, Gud havi lov.  

Sortudíki biður aldri umbera seg. Tíðindadeildin skoytar víðari eftir endamáli:

Ger bara føroyingar býttari. Tó ikki enn so býttar sum danir: 88% fyri Kamalu!

Miðla-, karakter- og veruligt morð
Trump er mest hataði politikari í USA. Dems hava verið eirindleys við hann.

Dems er søguliga træla-, Ku Klux Klan-, Jim Crow- og húðalitaflokkurin.

Síðan Trump vann forsetavalið í 2016, hava Dems jagstrað og ákært hann.

Tey hava misbrúkt Løgmálaráð og dómsvald til at fallera og fella hann.

Tey hava oyst rættarsóknir yvir hann uttan at vinna nakra sak móti honum.

Grundin til teirra øði er, at hann stendur sum drangur i brimi ímóti elituni.

Tey hava roynt at myrða Trump 2 ferðir. Pressan jarðaði drápsroyndirnar.

Normal, rætthugsin fólk sóu Guds hond millum Trumps oyra og kúluna.

Gud havi lov eydnaðist ikki ‘einglaflokkinum’, Dems, at nakka forsetan.

Vinnulívsmaður í New York, ið hevur givið 1000-tals fólki arbeiði og innivist.

Vit kenna karaktermyrdar politikarar Glistrup, Powell, Nixon, allir høgravendir.

Reagan yvirlivdi. Thatcher var jarnkvinnan. Harris er ein tóm buksudrakt.

Trump er ein politiskur risi at bera boð í bý eftir so oyðandi mótburð.

Hann helt 14 ferðir fleiri pressufundir og 10 ferðir fleiri fólkafundir enn Harris. 

Arvingi Hitlers móti ‘Móður Teresu’
Men danska ekkóholið av miðlalarmi hevur tølt 88% av øllum at stuðla Harris!

Trump verður alment kallaður Hitler, nazistur og fascistur av sínum fíggindum.

Flennibíturin Kamala verður pampað sum ein Móðir Teresa og Maria Moy.

Í Danmark læra fólk at flenna, háða, ja at hata Trump, nú afturvalda forseta.

Ikki síðan Reagan hevur ein Rep forseti savnað so breiða veljarafjøld.

Í hesi fylking fevnir Trump fleiri hvít, svørt, brún og gul enn nakar annar.  

Reps umfata nú miðal, hampa amerikanarar, verkafólk úr øllum stættum.

Dems eru nú sosiala, snobbuta yvirstættin fram við eystur- og vesturstrondini.

Rasistiski muslimurin og skápsmarxisturin Obama syndraði fólkið í USA.

Hann spjaddi USA  ‘Úr fleiri í eitt fólk’, til eitt margmentað kloddateppi.

Hillary, Biden og Harris vóru marxistiskir arvingar eftir Barak Hussein.

USA skyldar $35 trillion íalt. Skuldin vaks $10 trill við Obama og 7 við Biden.

Nú hevur Trump á øðrum sinni rent marxistiska úrvalsliðið, tey fínu, á dyr.

Bersøgin í orð og talu
Trump hevur lutvíst skyld í, at hann er so illa lýddur, bersøgin í orð og talu.

Men tann, ið ikki er fagurlátin, fær ofta nógva og beiska mótstøðu.

Men meirilutin av amerikanum vilja heldur ein bersøgnan enn falskan profet.

Veljarar vita, hvar tey hava hin nú valda forseta nr. 47 eftir fyrst at vera nr. 45.

Hann lovar at tetta landamørkini og senda útlendskar innbrótarar heimaftur.

70% eru ungir, ofta brots-, yvirgangs- og svakir menn, sendir út heimanífrá.

Ørligir klimakultistar sleppa ikki longur at oyða billiónir $$ árliga til luftkastellur.

Nú skulu verandi og nýggir olju- og gassventilar í USA víðopnast aftur.

Fossandi kolvetniskeldur í USA fara at basa inflatiónini eftir stuttari tíð.

Dollarin skal styrkjast. Kina og líkar sleppa ikki longur at svika við gjaldoyra.

Nú skal valfrælsi til skúlar, heilsu- og almannakipanir víðkast munandi.

Amerikanska hermegin skal styrkjast aftur til heimsins fremstu.

Búllar sum Putin, Khamenei, Xi Jin Ping og Kim Jung Un skulu steðgast.

Trump og Netanyahu leggja Hamas, Hezbollah, Fatah og Iran í øsku. Frálíkt.

Nú skal verjutollur galda báðar vegir, so USA sleppur at vera javnsett við hini.

Men KvF lýgur longu nú fyri okkum, at Trump fer at ala føroyskan laks. Møsn!

Harris hevði verið ein vanlukka
Amerikansk og onnur heimsins skilafólk turka sveittan, at Harris tapti valið.

Stórsigurin hjá Trump og Reps bjargaði USA og heiminum undan vanlukku.

Kamala var m.a. løgmálaráðharri í California, áðrenn hon bleiv senatorur.

Hon gjørdi Cal eitt fríluftsvesi við at tøma fongslini fyri heimleys.

Sum senatorur mælti hon til at taka alla fígging frá løgregluni.

Tá BLM sorlaði svartar býir í 2020, doyðu 35 fólk. Einki sakarmál stóðst av.

1.500 politistar vórðu skaddir. Bruna- og innbrotsskaðar kostaðu $ 2 mia.

Kamala savnaði pening til at keypa fongslaðar brotsmenn leysar.

Sum senator í Washington atkvøddi hon fast vinstru megin Bernie Sanders.

Hon legði kongin til undanvalini til forseta í 2020 uttan eina atkvøðu.

Men sum ‘litað’ kvinna noyddu Dems Biden at taka hana sum varaforseta.

Biden vísti seg í juli at vera í barndømi og noyddist frá sum forseta valevni.

Kamala slapp frá undanvalum, bleiv útnevnd, ‘salvað’ sum høvuðsvalevni.

Hon helt ongan tíðindafund, bert samrøður við miðlafólk, ið pampaðu hana.

Annars váttaði hon, at hon tók undir við tí skaðapolitikki, ið Biden hevði ført.

Men hon hótti m.a. at hækka skattin og víðka floksins kynsliga Sodoma.

Tað besta var, at meirilutin av veljarunum leit ikki á hana uttanríkispolitiskt.

Til okkara verju kravdist eitt mannfólk, ikki ein kventil ella eitt groyggj.

Dem toppurin kring hana var líka ringt fólkatilfar sum buksudraktin sjálv.

Hennara evna- og hjálparloysi í valstríðnum var hennara politiski bani til valið.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo