Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur verið í rættinum í New York í dag, har hann er ákærdur fyri svik.
Fleiri ferðir vóru hann og dómarin, Arthur Engoron, í orðadrátti, og dómarin kendi seg noyddan at biðja sakførararnar hjá Trump um at fáa klientin at skikka sær betri.
Donald Trump sigur, at rættarmálið ímóti sær er politiskt motiverað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo