Sambært advokatunum hjá Trump eru 30 ymisk tryggingarfeløg spurd í eini roynd at finna ein veðhaldara, skrivar danska TV 2.
Sostatt hevur fyrrverandi forsetin í USA Donald Trump ikki enn funnið nakran, sum vil veðhalda fyri hann, soleiðis at hann fær kært eina avgerð í borgarligum rættarmáli í New York, har hann er dømdur fyri at hava blást upp virðið á síni persónligu ogn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo