Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag hittust teir báðir forsetarnir í Hvítu Húsunum, tann nýggi, Donald Trump, og tann gamli, Joe Biden, har teir skuldu umrøða valdsskiftið sum stendur fyri durum.

Støðan var kanska eitt sindur pínlig, tá vit hugsa um, hvussu teir báðir eru farnir við hvørjum øðrum. Donald Trump hevur kallað Joe Biden olding, "Sleepy Joe" og tað sum verri er. Joe Biden hevur sagt um Trump, at hann er ein hóttan ímóti fólkaræðinum, og kallað hann ein kriminellan tapara sum trongdi til at blíva flogdur við berari reyv.

Men hvussu er og ikki, so gekk tað bara væl hjá teimum í dag, og teir vóru vinarligir móti hvørjum øðrum, hóast Donald Trump kom 10 minuttir ov seint og læt forseta sita og bíða.

- Tillukku, segði Biden og legði afturat, at tey har í húsunum nokk skuldu syrgja fyri, at Donald Trump fekk alla tað hjálp, honum tørvaði, tá hann skuldi taka yvir.

- Tað eri eg sera glaður fyri at hoyra, svaraði Donald Trump, sum ikki var til at kenna aftur. - Politikkur kann vera harður. Oftani er hetta ikki ein pen verð, vit líva í. Men tað er tað í dag, segði hann so.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo