Forsetavalevnið hjá Republikanska flokkinum, fyrrverandi forsetin Donald Trump, hevur stutt undan valinum allierað seg við illa gitnan konspirasjónsteoretikara við navninum Laura Loomer, skrivar The New York Times.
Loomer er ein høgravongsaktivistur, sum sambært NYT er kend fyri at koma við ”endaleysum streymi” av sexistiskum, homofobiskum, transfobiskum, islamofobiskum og eisini antisemitiskum útalilsum, sambært danska TV 2.
Hon var saman við Trump undir kjakinum týsdagin og eisini við honum dagin eftir undir minnishátíðini fyri Terrorálopinum tann 11. septembur 2001 í New York City.
Bæði republikanski senatorurin Lindsey Graham og limurin í Umboðsmannatinginum Marjorie Taylor Greene, sum bæði stuðla Trump, hava funnist at fyrrverandi forsetanum fyri sítt samband við Loomer, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo