Forsetavalevnið hjá republikanarunum, Donald Trump, leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann ger viðmerkingar til avgerðina hjá demokratiska valevninum at taka seg úr valstríðnum.
- Joe Biden er tann ringasti forsetin sum USA nakrantíð hevur havt. Hann er ikki egnaður at vera forseti, og tað hevur hann ongantíð verið, segði Donald Trump við CNN.
- Hann leyg seg til forsetasessin, væl hjálptur av falstíðindum. Skaðin er stórur, men vit fara at rætta hann, sigur fyrrverandi forsetin millum annað.
Donald Trump segði eisini, at hann heldur tað verður enn lættari at vinna valið, um Kamala Harris verður valevni hjá demokratunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo