Politiski viðmerkjarin hjá CNN, Harry Enten, var orðleysur eftir seinastu veljarakanningina, sum vísir eina stóra broyting í stuðlinum millum littar veljarar.
Tað skrivar Huffington Post.
Sambært Huffington Post vístu tølini eina óvæntaða framgongd hjá republikanska forsetavalevninum, Donald Trump, millum littar veljarar.
Donald Trump er farin frá 7% stuðli í 2020 til heili 21% nú, meðan Joe Biden forseti hevur eina afturgongd frá 86% til 70% í sama tíðarskeiði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo