Hon er kvinnan sum kann fella Donald Trump.
- Hann er ræðslusligin av tí sum eg veit, sigur Stormy Daniels við VG.
Hon hevur verið í stormi í seks ár.
Nú er hon uttanfyri ein lítlan náttklubba í Brooklyn, New York.
Við sær hevur hon ein nýggjan filmdokumentar um egna lív sítt, eitt turbulent lív. Tittulin er stuttur og akkurátur: «Stormy».
Stephanie A. Gregory Clifford, 45 ár, er kend av heiminum sum Stormy Daniels, og nú er ein maður við henni í caps og boots.
Barrett Blade, hennara fjórði maður, hevur sum hon sjálv verið í pornovinnuni.
Í dag er hann við henni sum kuffertberi og kameramaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo