Fyrrverandi amerikanski forsetin og valevni hjá republikanarunum til forsetavalið í USA sum verður í novembur, Donald Trump, hevur verið fáoraður eftir morðroyndina ímóti honum í gjárkvøldið.
Men fyrr í dag tók hann kortini blaðið frá munninum og eggjaði fólki til samanhald.
- Eina løtu sum hesa mugu vit vísa okkum sum sannar amerikanarar og ikki lata óndskapin vinna, segði hann millum annað.
Hann takkaði lívverjunum, sum hjáltu honum, og segði seg hava samkenslu við familjunum hjá teimum sum doyðu av hendingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo