Fyrsta dagin til arbeiðis í Hvítu Húsunum fer hann at leggja 25% av tolli á vørur, innfluttar til USA úr Meksiko, Kanada og Kina. Tað skrivar Donald Trump á sosiala miðli sínum, Truth Social, har hann eisini hóttir við at leggja 10% eyka omaná vørur úr Kina.
Heimshandilin, harundir eisini globalar vøruveitingar, væntast at vera órógvað, og eisini amerikanskur ídnaður, sum hevur samhandil við hesi londini, stúrir fyri eyka kostnaðinum, og at handilskríggj fara at taka seg upp, sum aftur hava við sær príshækkanir og miss av arbeiðsplássum, skrivar New York Times.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo