Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Siglingin um lívsins hav er sigling í øllum veðri. Nútíðar tøkni og samskifti gera tað liðiligari at stinga út í kortið. Enn verður hugt uppá luftina, og náttúrufyribrigdi verða tikin til eftirtektar. Tó, hjá teimum flestu verður veðrið fráboðað umvegis telefonina.

Dýrdarveður og silvitni eru dagar á leiðini, har lívið leikar fagurt. Tað er viðrák, og alt tykist ganga upp í eina hægri eind. Tað vignast, og huglagið er samsvarandi. Makligt summarveður og eitt fleyr inn eftir fjørðinum gera løtuna unniliga. Í góðum veðri er náttin á opnum havi hugtakandi.

Sjófólkið kennir eisini aðra sigling, vandasigling um firðir og sund. Havið er ótespiligt, tá ið bylgjurnar ganga høgar. Nætur í ódnarveðri møða til likams og sálar, ikki minst ábyrgdin hjá teimum á brúnni. Fólk, ið ikki kenna umstøðurnar og lívið umborð, kunnu valla lesa seg til henda kunnleikan.

Siglingin á havinum verður mangan brúkt sum myndatala um lívið frá vøggu í grøv. Vit eru ávegis, eru á ferð.

Myndin kann verða nýtt um trúnna og lív hins kristna, tí eisini trúgvin hevur ymiskar og skiftandi dagar. Vit lýsa trúarinnar støðu við kendum myndum, t.d. at vera uppi á fjallinum ella niðri í dalinum.

Tað ræður um at vera ærligur um sína egnu trúgv til tess at hava tað gott við Guð og medmenniskjað. Trúvirðið er trúarinnar styrki og haldføri.

Tvørrandi trúvirði kann skala gleðina og sjálva trúnna, um vit spæla leikin sum sterk trúgvandi. Vit vilja tekkjast samsintum ella teimum, ið andaliga hava áhuga í okkum. Vit geva okkum út fyri at vera nakað, ístaðin fyri veruliga at vera tað, ið vit eru.

Prísurin kann verða høgur. Alt tað, vit vinna í umhvørvinum av persónligum ágóðum, kunnu vit missa innaní okkum sjálvum. Prísurin kann gerast so høgur, at tað er um reppið, at vit andaliga tala ikki vera bótarfør vegna tvørrandi sannføri.

Vit kristnu ivast onkuntíð um eitthvørt, ið nemur okkara trúarlív. Ivin er fylgisveinur lívsins. Enntá lærusveinurin Tummas ivaðist um vitnisburðin, ið varð borin honum um hin upprisna Jesus Krist. Lærusveinarnir søgdu honum: “Vit hava sæð Harran.”

Tummas svaraði teimum: “Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.” (Jóhannes 20,25).

Eitt annað dømi um ivan er lærusveinurin Pætur. Hann tók at søkka, tá ið trúarinnar eygu sóu kringumstøðurnar heldur enn Meistaran. Hjá mongum okkara líkist tilveran støðuni hjá Pæturi. Tað er altumráðandi hjá trúnni fremst av øllum at síggja Jesus og ákalla heilaga navn hansara.

Tað er so nógv av góðum í umhvørvinum og tilveruni, at tilvitanin um Jesus kann fána burtur ella koma í afturhond. Tímilig vælvera kann verða ein avbjóðing hjá trúnni, tí vit hava alt tað, ið okkum tørvar. Tímilig hugsan gevur mat og klæðir og mangt annað gott. Likamið trívist, og vit metta sálina við tí tímiliga.

Ella tað er so nógv ónt, órógvandi og darvandi, ið fær okkum at vera upptikin av tí, ið dregur burtur frá Jesusi. Onkuntíð fær tað neiliga ov stórt vald í andaligari hugsan og verki, so trúgvin spakuliga viknar og flytur seg frá sjálvari kelduni, ið leskar trúnna við livandi vatni.

Tað er óhóskandi at umtala onnur kristin í øðrum trúarbólkum neiliga. Niðrandi tala er andalig ómegd og ein spilla. Tað er ein vandaleið fyri trúnna, um vit eru upptikin av mistøkunum hjá øðrum ella hugsa neiliga um fólk. Ístaðin skulu vit vera hjástødd sum lívgandi andar og tænandi hendur teimum til hjálpar, ið tørva hjálp.

Stór mannfjøld var vorðin mettað, og Jesus fór burturfrá niðan á fjallið at halda bøn. Lærusveinarnir fóru í bátin og løgdu á fjørðin. Óveður kom á, og teir vóru illa staddir.

Í fjórðu náttarvøku kom Jesus gangandi til teirra eftir vatninum. Lærusveinarnir gjørdust óttafullir og ræddust. Teir hildu tað vera eitt spøkilsi.

Í somu løtu talaði Jesus til teirra og segði: “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!”

Pætur var ikki sannførdur og svaraði: “Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.” Jesus svaraði við einum orði: “Kom!”

Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Tá ið hann sá illveðrið óttaðist hann. Tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: “Harri bjarga mær!”

Tá ið ivin og óttin vitja, kunnu vit biðja bønina hjá Pæturi: “Harri bjarga mær!” Bønin og trúgvin á Guðs umsorgan halda okkum uppi, hóast vit ikki hava fast undir fóti.

Í myndatalu kann vera sagt: Trúgvin gevur okkum førleikan at ganga á vatninum ta tíð, ið Jesus er okkara stavnhald. Tess vegna er áheitanin einføld: Fest títt eyga á Jesus! Amen.

Orðið: “Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann (Pætur) og sigur við hann: “Fátrúni maður, hví ivaðist tú?”” (Matteus 14,31).

Jógvan Fríðrikson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo