Í dag var ein av teimum serligu døgunum, tá trúføst starvsfólk hjá kommununi vórðu heiðrað. Á hugnaligari samkomu í dagstovninum Birkilund vóru ikki minni enn fýra starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu.
Maj-Britt Ellendersen og Kristianna Poulsen høvdu báðar 20 ára, Eyðvør Jensen hevði 35 ára starvsdag og Hannebeth Dam kundi hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag í Birkilund.
Niðanfyri er røðan, ið Annika Olsen, borgarstjóri, helt fyri dugnaligu starvsfólkunum í Birkilund í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo