Trúgv og Samfelag – fyrilestur og kjak 19. okt. kl. 19.00 í Løkshøll.
Almenna rúmið eiga vit øll. Politikkin somuleiðis. Føroyar eru eitt kristið land, verður tíðum ført fram, samstundis sum vit tosa um trúar-, framsøgu- og savningarfrælsi føroyinga.
Háskúlin í Nesvík spyr tí: Hvønn leiklut hevur átrúnaðurin í tí almenna? Og hvønn leiklut eigur ella kann átrúnaðurin hava í tí politiska?
Jógvan Fríðriksson, Heini í Skorðini, Sjúrður Skaale, Jaspur Langgaard og Ruth Vang luttaka. Ovi Brim leiðir løtuna.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst og fer fram á hesi leinkju:
Fyrilestrar og kjak: Trúgv í tí almenna rúminum – Løkshøll (loksholl.fo)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo