Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Klokkan var farin av midnátt, og Norrøna gjørdi klárt at sigla. Sótu og hugdu at Vestaru Vág, meðan vit ótu ein bita. Tað var ikki nógv prát aftaná tveir tímar í bilinum á ferjuleguni. Dagurin var liðin, og samtalan hvíldi í nøgdsemi.

Ólavsøkan 2017 var júst farin afturum, og hjáárini sótu enn í kroppinum. Yrkisliga hevði verið nógv at sæð til.

Alt lendi væl, hóast ikki nøgdur við egin avrik. Tað var gott at koma burturfrá og til okkara egnu í Esbjerg. Síggja dreingirnar og vera saman uttan at avrika og meta um.

Vit bæði vóru í djúpari javnvág, men hava valla lýst av gleði. Vit hugdu út á vágna, hugdu als ikki at fólki.

Brádliga verður tøgnin brotin, og ein mannlig rødd nevnir mítt navn. Tað gekk ein løta, áðrenn vit bóru kenslu á viðkomandi. Loksins vóru vit á slóðini og gingu gøturnar í farnari tíð.

-Vildi bara siga tær, at tú ikki hevur arbeitt til fánýtis sum sóknarprestur.

Síðan fylgdu nøkur vøkur orð til okkum fyri farnar dagar og løtur á leiðini. Vit høvdu av góðum grundum ikki sæst í langa tíð. Viðkomandi var vorðin einkjumaður og byrjaður eitt nýtt tíðarskeið í lívinum saman við konu úr Brøðrasamkomuni. Har var teirra felags andaliga heim.

Tað var sum øll møðin varð tikin av herðunum, og summarnáttin var alt ov vøkur at sovna frá. Alt var øðrvísi av hesi stuttu vitjan. Alt varð vakrari og unniligari. Sjálvt rækjurnar smakkaðu betur, og enn ein breyðflís varð keypt við diskin.

Vit møttu einum menniskja, ið tók alla møði úr kroppinum og fylti hjartað við gleði. Vit fingu nakað at hugsa um. Vit lærdu nakað virðismikið og avgjørdu at nýta henda sama setningin hóskandi løtur á leiðini. At hugsa jaliga og siga tað vakra og góða. At lyfta í felag og gera mun á lívsleiðini.

Tað var als eingin andalig frástøða. Tað er eingin frástøða í mínum hjarta, um fólk hava sítt andaliga heim hjá brøðrunum ella í øðrum kristnum samkomum. Eingin tekur sær tykni av staðfestingini, at fólkakirkjan hevur verið mítt andaliga heim alt frá barni av. Fyri mær og mongum øðrum er kirkjan ein høvuðsæðr.

Tá ið vit nema friðin í Jesusi, fáa vit náðir at síggja andans hæddir og himinsins ljósu borgir. Síggja frelsaran Jesus vaksa, meðan húsini á jørðini í allari sínari tign koma í aðru røð sammett við tað himmalska.

Skulu vit kunna virða onnur, meðan vit verða funnin av Jesusi og í honum finna okkara egna samleika. Vit mega vaksa úr okkara egna og vaksa inn í tað, ið hoyrir Guðs ríki til. Annars grava vit veitir ístaðin fyri at byggja brýr.

Undirvísti sum ungur í átrúnaði á studentaskúlanum á Kambsdali. Ungdómurin var tilvitaður og áhugaður. Teirra kristna trúgv var ankrað í kirkjum og samkomum. Ein spennandi hópur, sum í dag flytur Føroyar spakuliga framá við kristnari virðing fyri trúnni hvør hjá øðrum.

Minnist ikki heitið á lærubókini, ei heldur rithøvundan. Men tann eina søgan frá tí veruliga lívinum fór fram í Paris miðskeiðis í undanfarnu øld.

Ein kristin og ein muslimur sita á eini kaffistovu og tosa. Samtalan viðger evnið, hví tann kristna trúgvin er víkjandi í Evropa, meðan islam frá Norðurafrika umvegis Spania miðvíst ferðast upp ígjøgnum Evropa.

Teir hugsaðu djúpt og grundaðu yvir, hvat var gjørt rætt, og hvat var handfarið skeivt. Tann kristni maðurin lýsti alt tað andaliga virksemið og var tó ikki sannførandi nøgdur. Mikið stríð og strev, nógv arbeiði, men ikki nøktandi úrslit.

Hin kristni spurdi muslimin, hvussu tey bóru seg at, og hvat tey gjørdu. Svarið vakti áhuga teirra ungu á Kambsdali, og varð mangan seinni tikið fram í tímunum.

Muslimurin svaraði:

- Nei, vit gera einki serligt. Vit hyggja at, meðan tit kristnu arbeiða og stríðast hvør móti øðrum. Tá ið tit eru mødd og ikki orka meira, fara vit spakuliga til gongu norðureftir.

Fyri mær er hetta ein útsøgn, ið sjónliga sæst aftur í kirkjusøguni. Nakað tað sama sæst aftur í føroyskari søgu. Tað er í lagi at vera ósamdur, men vit eiga at meta um teir hættir, ið vit nýta til tess at framføra okkara sjónarmið.

Á okkara leiðum er tað valla fremmandur átrúnaður, ið hóttir beint nú. Heldur er talan um tann fátæka tíðarandan, ið myndar almennu hugsanina.

Tá ið vit kristnu umrøða avbjóðingarnar í dagsins samfelag, mega vit varnast hvønn annan. Vit eiga at hjálpa einstaklingum og kirkjunum at seta klípi í garðin, har garðurin er um at leypa.

Jesus Kristus, Guðs sonur, er frelsari heimsins! Amen.

Orðið: “At Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara, so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin.” (Efesusbrævið 3,17-18).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo