Sunndagin 11. oktober letur upp listaframsýning við Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður kl. 15:00.
Umframt lættari ábit, kemur Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag at hugleiða eitt sindur um listamannin.
Framsýningin kann vitjast á Klaksvíksvegi 48, mánadag til fríggjadag, frá kl. 14:00 til 18:00 og sunnudag frá kl. 14:00 til 19:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo