Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fiskaaling: Tróndur Kragesteen, granskari á P/F Fiskaaling, hevur í dag vart PhD á Danmarks Tekniske Universitet, DTU Aqua.

Heitið á nýggju PhD-verkætlanini er: “Minking av lúsapláguni i føroysku alivinnuni”

Tróndur hevur lagt serligan dent á at skilja og stýra spjaðing av smittu í alihøpi. Serliga laksalúsin (Lepeophtheirus salmonis) er ein týðandi forðing fyri framhaldandi vøkstri í laksaídnaðinum á norðurhálvuni. Átøk mótvegis laksalúsini kunnu hava neiligt árin fyri umhvørvið og eru kostnaðarmikil, eisini tá hugsað verður um nýggjari ikki-kemiskar viðgerðir.

Tað er avgerandi fyri alivinnuna eftir burðardyggum leisti at hava tamarhald á laksalúsini. Bio-fysisk model hava aðrastaðni verið nýtt sum amboð at meta um smittu millum alibrúk smittutrýstið á villum fiskastovnum og.

Dynamisk model hava eisini verið ment, fyri at spáa um lúsatilgongdin í alibrúkum, men úrslitini av hesum hava verið skiftandi.

Tróndur Kragesteen hevur megnað at tvinna bio-fysiska modelering fyri lúsamenning og bio-økonomisk model, ið kunnu greina búskaparliga vinningin við ymiskum strategium at basa lúsini. Endamálið er at framleiða ein leist, sum kann finna fram til ta strategiina fyri lúsabasan, ið loysir seg best.

Tróndur starvast á Fiskaaling, har hann framhaldandi fer at granska í spjaðing av laksalýs. Hetta verður skipað sum ein post doc, sum er fíggjað av Granskingarráðnum.

Høvuðsvegleiðari hjá Tróndi var Ken H. Andersen, professari við DTU Aqua, og aðrir vegleiðarar vóru Andre W. Visser og Knud Simonsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo