Nú er fyrsti brellbitin lagdur út, sigur føroyska framleiðslufelagið Kykmyndir, sum er partur av TROM, ið er fyrsta altjóða sjónvarpsrøð, sum er gjørd í Føroyum.
Røðin, sum er í seks pørtum, byggir á krimiskaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson.
Viaplay sendir røðina frá 13. februar. Frumsýningardagurin í Føroyum verður kunngjørdur heilt skjótt, upplýsa Kykmyndir í dag.
Mangt bendir á, at sjónvarpssendingarnar eisini fara at verða vístar í biografi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo