Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Langabbin, Kristin í Geil, skrivaði síðst í 1920 í Varðanum:

“Men endamálið bæði her og har hjá øllum, ið leggja arbeiði sítt í at vera Føroya fólki "bæði til gaman og álvara" frá sjónleikarpallinum, má tó vera at fáa innivist fyri hesum yrki. Mangt trøllrið og mangur tramansskapur, ið nú vitskremir fólk oyggjanna runt og ger tey dul og dølsk, høvdu aldri fingið fastar tøkur, um hvør størri bygd átti sína virksomu sjónleikarhøll. Og føroyskt mál átti ikki betri stuðul enn tann sama”.

Hvat vil landið við yrkisleiklistini?

Einki! Kundi tað stutta svarið ljóðað.

Hevði tað bara verið so væl - men støðan er verri enn tað.

Svarið frá mentamálaráðnum, við setanini av nýggjum leiklistaráði, sum er stýrið fyri Tjóðpall Føroya, og sum umsitur stuðul til fríyrkisøki innan yrkisleiklistina, vísir ein himmalrópandi mangul uppá forstáilsi og virðing fyri núverandi støðu á yrkisleiklistaøkinum og av leiklistini sum heild.

Her hevði mann annars vónað, at okkurt betri var í væntu aftaná fráfarna leiklistaráð.

Trý ár við stríði fyri yrkisføri og betri umstøðum og neyðarrópum, tagt burtur, ignorerað og gloymt.Og enn verður hildið, at mann bara kann koyra víðari í somu foyru.

Kanska er talan um fávitsku í málaráðnum, kanska dáralæti. Ella kanska er talan um tramansskap.

Yrkisføri, tryggar umstøður og virðing mugu vera har, um mann veruliga meinar og vil nakað munagott. Men allarmest yrkisføri. Og við yrkisføri er ikki nokk við onkrum tilvildarligum akademiskum heiti.

Um eitt akademiskt heiti skal viga tungt, so noyðist talan at vera um eitt leiklistaligt. Hvat er tað, tey ikki duga ella vilja skilja í málaráðnum?

Har afturat má hondin, andlitið og hjartað, ja, allur kroppurin, vera niðri í evnistilfarinum. Andadrátturin má vera merktur av tivan. Og andin sveima um allar geilar.

Um mann nú hugsar sær, at hondbólts- og fótbóltslandsliðið framyvir vórðu stýrd av fólki við als ongum førleikum ella kunnleikum innan ávíkavist hondbólt ella fótbólt. Har tað tvørturímóti sá út til, at tað júst var hesin mangul, sum hevði tryggjað hesum fólkum stýris sessirnar.Hvussu hevði tá sæð út?

Tíverri heldur glantrileikurin fram og versnar, alt meðan gjáirnar gerast størri. Og missurin av góðum fólki veksur. Og vit bíða enn eftir Godot.

 

J.H.O.Djurhuus

Her er alt dimt og myrkt og svart,

her dagar einki ljóst og bjart.

 

Her fátækt gjørdist alt og smátt,

ein valdar litur: svongdar grátt.

 

Her sløktist søgan, sálarmál,

tí upp varð kynt Astartis bál.

 

Tað vermdi ikki kvinnu, mann,

ein hann, ein hon, hvørt annað fann.

 

Mín sál í sorgarskelving rembir,

umsveipt av myrkri í desembir.

Olaf Johannessen
Sjónleikari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo