Skúlablaðið: Fyrsti skúlin í landinum, Skúlatrøð í Klaksvík, hevur fingið sálarfrøðing inn í skúlan í eini royndarskipan, og sum skilst í miðlunum arbeiða aðrir skúlar við somu ætlanum. Um hetta er skilagott, vilja Djóni J. Eidesgaard og Ugur Kevioglu frá Barnabata ikki svara játtandi ella noktandi uppá. Teir halda, at tað veldst um, hvør uppgávan hjá sálarfrøðinginum er.
- Vandin við, at fleiri fólk við øðrum fakligum uppgávum enn lærarum arbeiða innan skúlagátt, kann vera, at ábyrgdin av næminginum og trivnaðinum hjá honum verður flutt frá lærarunum til hesi ymsu fakfólkini. Tað vil siga, at mistrívist ein næmingur, kann lærarin hugsa, at hann eigur at fara til sálarfrøðing í staðin fyri, at skúlin og lærarin hyggja nærri at, hvat tey kunnu gera fyri, at næmingurin trívist innan verandi karmar, sigur Ugur Kevioglu, mentorsamskipari í Barnabata.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo