Tríggir tannáringar frá Telemark í Noreg eru ákærdir fyri at hava bukað og bart pedofilar menn av.
Tannáringarnir lokkaðu menninar á netinum við at látast at vera ungdómur. Tá ið tannáringarnir so møttu monnunum vóru teir fyrst rændir og so bukaðir av, skrivar Telemarksavisa.
Avbardu menninir vóru í aldrinum 23 til 70 ár. Minst ein av teimum endaði á sjúkrahúsi eftir at hava møtt tannáringunum, sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo