Aftur í ár skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai dags haldi á Vaglinum. Haldið verður mikudagin kl. 15.00.
Røðarar verða Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, og Marius Rein, fyrrverandi løgtingsskrivari.
Havnar Hornorkestur spælir í sambandi við haldið.
Havnar Arbeiðarafelag hevur regluliga skipað fyri 1. mai dags haldi síðan 1962. Dagurin verður hildin í sambandi við, at 1. mai er altjóða arbeiðaradagur.
Øll eru vælkomin á Vaglið mikudagin kl. 15.00. Teknmálstulkatænastan verður við.
Eftir haldið bjóðar Havnar Arbeiðarafelag kaffi í hølum felagsins.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo