Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Talan er um móttøkuflokkin í Runavíkar kommunuskúla, sum hevur verið í hálvt annað skúlaár, móttøkuflokkin í Eysturskúlanum fyri flóttar, sum hevur verið síðan ukrainskir flóttar komu til Føroya, og so ein nýggjur, sum verður eitt samstarv millum Fuglafjarðar skúla og skúlan í Eysturkommunu. Í Undirvísingarstýrinum hevur eisini verið ein onnur umsókn, men hon lýkur ikki treytirnar at hava nóg mikið av næmingum; minsta kravið er sjey næmingar.

- Tað eru kommunurnar, sum skulu søkja um at fáa móttøkuflokk til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, sigur Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.

Seinastu tvey skúlaárini hevur Tórshavnar kvøldskúli havt móttøkuflokk við næmingum úr fleiri fólkaskúlum í kommununi. Hesin heldur ikki fram, og sum skilst er eingin ítøkilig ætlan um at stovna nýggjan móttøkuflokk í kommununi í næstum.

Hetta skúlaárið eru tað 224 næmingar við útlendskum uppruna í fólkaskúlanum. Talið av næmingum, ið hava annan ríkisborgaraskap enn føroyskan, er vaksið munandi seinnu árini. Serliga er talið av næmingum, ið hava sín uppruna uttan fyri Norðurlond og uttan fyri Evropa, vaksið.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo