Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í heyst eru 60 ár liðin síðan Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio. Tí hevur felagið fingið samstarv við Cinemateket í Keypmannahavn, sum er biografurin hjá Danska Filmstovninum, at vísa fýra klassiskarar í heyst.

Fyrsti filmur, sum verður vistur mikudagin, er ein Oskartilnevnd perla úr Skotlandi, ið byggir á skaldsøgu hjá Irvine Welsh, sum Danny Boyle hevur gjørt til filmin ”Trainspotting”, ið er bæði provokerandi og undirhaldandi.

Í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh, fylgja vit nøkrum vinfólkum, sum ballast allan sólarkringin.

Renton, ið er Ewan McGregor í fyrsta kenda leiklutinum, roynir at sleppa sær úr rúsandi umhvørvinum, men tað er truplari, enn hann nakrantíð hevði hugsað sær.

Hinir tríggir filmsklassikararnir eru ”One Flew Over the Cuckoo's” (1975), sum verður sýndur 7. september, “Some Like It Hot” (1959), sum verður sýndur 21. september og “Psycho” (1960), sum verður sýndur 5. oktober, tveir dagar fyri at Filmsfelagið, sum varð stovnað í Havnar Bio, fyllir 60 ár.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar og verða kunngjørdar so hvørt á Facebook profilinum hjá felagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio.

24/8 KL 20:00 Trainspotting (Danny Boyle, Skotland 1996, 93 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo