Eriksen gjørdist stóri leikarin á Wembley í kvøld og skjeyt fyrsta málið tá ið 10 sekund vóru farin av dystinum.
Triðskjótasta mál nakrantíð í Premier League.
Tottenham kundi havt vunnið við bæði trimum og fýra málum, men tað gjørdist kortini bert til ein lættan 2-0 sigur.
Lukaku datt sum vanligt har frammi hjá United og fekk ikki tamarhald á einum einasta bólti, og Martial rendi seg inn í einar tveir tríggjar spurs-leikarar fyri síðan at missa bóltin.
Hjálparloysi hevði hæddina, tá ið Fellaini kom inn fyri síðani at verða skiftur aftur eftir 7 minuttir á vølli, tí hann fekk trupulleikar við knænum.
Sambært fleiri MU-fjeppum var hetta ein tann ringasti dysturin sum Manchester United nakrantíð hevur leikt.
Chelsea gjørdist tó størri tapari enn United í kvøld.
0–3 móti Bournmouth er ikki nakað hugaligt úrslit hjá einum ligameistara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo