Tá tað sá út sum hevði Riyad Mahrez bjargað einum stigi til Manchester City, var Harry Kane har - langt úti í yvirtíðini - og skoraði sigursmálið.
Harry Kane skoraði tvey av málinum í 3-2 sigrinum hjá Tottenham.
Hetta var fyrsta tap hjá City í 16 dystum. City er framvegis frammanfyri Liverpool við seks stigum, men hevur leikt ein dyst meira.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo