Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Formilin, ICES og Havstovan brúka, til at ráðgeva um hvussu nógv vit kunnu fiska, byggir á, at stór stovnsstødd gevur góða tilgongd. So hvørt sum hetta vísti seg at verða skeivt, byrja havfrøðingar at tosa um at stovnurin ikki má gerast ov lítil. Grundgevingin er nú, at um stovnurin er ov lítil, er vandi fyri, at stovnurin ikki kemur fyri seg aftur.

Ongin toskastovnur hevur verið so lítil, at hann ikki kemur fyri seg aftur. Einastu støð, har toskastovnar ikki koma fyri seg aftur er í friðaðum økjum.

Allastaðni har vit halda áfram at fiska tosk, er stovnurin komin fyri seg aftur. Tað er tí ongantíð prógvað, at umhugsni fyri stovnstøddini er rætt. Sjálvandi vita øll, at er stovnurin bara 1 toskur, so kemur null undan og sjálvandi ber ikki til at fiska óavmarkað nógv. Men minsti árgangur vit hava fiskað við Føroyar var 1,8 milliónir fiskaðir fiskar.

Í 2003 vísti íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjónsson á, at tað ikki var samanhangur millum stovnsstødd og tilgongd til toskastovnin.

##med2##

Jón Kristjánsson fortaldi mær, at tá blivu onkrir havfrøðingar illir. Teir søgdu hann manipuleraði við tølum. Hann svaraði, at hann hevði brúkt tølini hjá teimum. Og tað kann enn í dag staðfestast, at hann brúkti almenn tøl og at tað hann segði tá, er almenn vitan í dag.

Kanska orsøkin til at øll ikki skiltu myndina hjá Jón var, at vanliga verður samanhangur millum stovnstødd og tilgongd víst við slíkari mynd sum hesari hjá ICES frá 2004 yvir føroyskan tosk.

##med3##

Á hesari mynd sæst ikki, eins og á fyrru myndini, hvussu samanhangurin er millum stovnsstødd og tilgongd. Men tann sum dugir at lesa slíka mynd sær tó, at her er onki samband. Hevði tað verið samband, lógu prikkarnir á einari linju, sum gekk á leið frá 0-0 og upp til mótsatta horn.

Fyrra myndin sigur alt og er løtt at skilja. Seinna myndin eigur bara at brúkast, tá talan er um rímiliga gott samanhang. Út frá tí sagt bleiv við Jón Kristjánsson, so er orsøk at halda, at hetta ikki var almenn vitan tá.

So blaða vit fram til 2005. Tá skriva Eilif Gaard, Bogi Hansen og Petur Steingrund vísindaliga grein um júst hetta (Ices Cooperative Reasearch Report, No. 274). Og nú gera teir myndina á sama hátt sum Jón gjørdi og ikki sum í myndini omanfyri.

##med4##

Talvurnar vísa sera greitt, at tá toskastovnurin er stórur, so kemur minst undan og tá toskastovnurin er lítil, kemur nógv undan. Talvan gevur ábendingar um, at lítil stovnur gevur stóra tilgongd, men aðrar upplýsingar visa, at aðrar orsøkir eisini eru og tí er tað ikki allur sannleikin.

Tað vit kunnu læra av hesum er, at stórur toskastovnur viðførur at tilgongdin verður lítil og ongin. Eg havi onga ábending, sum tíður uppá nakað annað. Øll data eg havi sæð, stuðla uppundir hesa niðurstøðu.

Tølini hjá Havstovuni vísa eisini óalmindiliga greitt, at tað ikki ber til at útseta fiskarí, fyri at betra um hesa støðu. Tá tosað verður um at lata tosk svimja 1-2 ár longri, fyri at fáa størri fisk, samsvarar tað ikki við tey data, sum Havstovan eigur.

Vit kunnu eisini læra, at Jón Kristjánsson var lágt í metum og er framvegis lágt í metum hjá nøkrum, tó at tað hann segði verður kopierað.

Ein lítil partur av mínari gransking verður brúktur til at meta um og seta spurningar við tað, sum gjørt verður í dag.

Restin av granskingini vísur, at vit kundu fiska 30.000 tons meira av toski hvørt ár og útflutningsvirði av hesum hevði verið á leið 900 milliónir.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo