Tað verður nógv minni hjá føroyingum at fiska í russiskum sjógvi næsta ár. Tað var eitt úrslit av sínamillum samráðingunum sum hava verið í Havn í vikuni sum fór.
Tilsamans minkar toskakvotan við 2.330 tonsum, hýsukvotan við 400 tonsum og rækjukvotan minkar við 1.500 tonsum.
Afturfyri missa russar 7.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, umframt 1.200 tons av makreli og 800 tons av sild.
Mikudagin og hósdagin verða samráðingar við Grønland í Keypmannahavn, og týsdagin og mikudagin í næstu viku vera samráðingar við Noregi í Havn, upplýsir Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni fyri Kringvarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo