Skúlablaðið: Fleiri serflokkatilboð fara at koma kring landið; tað hava bæði landsstýriskvinnan við skúlamálum, Rigmor Dam, og stjórin á Sernámi, Emmy S. Joensen, sagt.
Stendur tað til skúlaleiðararnar í Eiðis skúla og Skúlanum við Streymin, so verður ein serflokkur stovnaður í Sundalagnum longu frá komandi skúlaári.
- Tað er tørvur á einum serflokki her í økinum; hvussu stórur tørvurin er, er ilt at meta um, men eg vildi sagt, at talið liggur um 5-10 næmingar. Okkum vantar tað sernámsfrøðiliga tilboðið her.
- Viðhvørt er neyðugt at geva næmingum eitt øðrvísi tilboð fyri at javnseta teir við aðrar.
- Eiðis skúli og Skúlin við Streymin hava roynt at strongt á at fingið ein serflokk leingi, so vit vóna inniliga, at vit verða millum tey økini, sum standa fyrst fyri tørni, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo