Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar Manskór: Leygarkvøldið 21. september klokkan 19 hava Tórshavnar Manskór og Den norske Studenteersangforening stóra felags konsert í Hátúni í Musikkskúlanum við Landavegin í Havn. Á konsertini fara kórin hvør í sínum lagi at syngja nakrar sangir og eisini fara tey at syngja nakrar sangir saman.

Den norske Studentersangforening er eitt sera gott og viðurkent manskór. Kórið varð stovnað í 1845 og hevur tí 180 ár á baki næsta ár. Talan er samstundis um elsta kór í Noregi, sum eisini er almenna kórið hjá universitetinum í Oslo. Kórleiðari er Marit Tøndel Bodsberg Weyde, sum hevur stjórnað kórinum síðan 2016. Hon er ein av fremstu dirigentunum í Noregi og hevur vunnið fleiri virðislønir sum kórleiðari, eisini altjóða virðislønir.

Seinastu árini hevur Tórshavnar Manskór havt vitjan av og vitjað fleiri stór manskór úr ymiskum londum. Millum annað hava Männerstimmen Basel úr Sveis, Karlakór Reykjavíkur, Studenter-Sangforeningen úr Keypmannahavn og Orphei Drängar úr Uppsala vitjað Manskórið. Hvør í sínum lagi teljast hesi kórini millum tey heilt stinnu kórini í sínum øki og onkur teirra eisini millum tey allarbestu manskórini í heiminum.

Manskórið hevur eisini verið á ferð fleiri ferðir, seinast í summar, tá kórið var á konsertferð í Keypmannahavn, Oslo, Stokkholmi og í Uppsala, ein konsertferð, sum eydnaðist framúr val.

Eitt av kórunum, sum manskórið vitjaði og hevði konsert saman við í summar, var Den norske Studentersangforening (DnS), sum nú kemur at vitja Tórshavnar Manskór.

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986, og nærkast tí 40 árum, og kórið hevur tónleikaliga ongantíð verið betur fyri enn tað er nú. Nú heysthálvan byrjar hevur Tórshavnar Manskór fingið nýggjan leiðara eftir at Bjarni Restorff, sum var annar av stovnarunum av manskórinum, andaðist fyrr í summar. Nýggjur kórleiðari er Jón Festirstein, sum er útbúgvin violinleikari frá musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn. Jón hevur sungið við í kórinum í fleiri ár, og hevur eisini stjórnað kórinum við jøvnum millumbilum.

Áhoyrararnir til konsertina við Den norske Studentersangforening kunnu gleða seg til eina breiða og spennandi sangskrá, har eisini nógv nýtt verður at hoyra.

Atgongumerki til konsertina kosta 225 krónur og kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo