Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi dagarnar verður skipað fyri seks jólahaldum í kommununi. Niðanfyri sært tú, nær trøini verða tendrað, hvør fer at spæla og hvør heldur røðu.

Vegna koronu verður einki tiltak á Vaglinum í Havn ár í sambandi við, at jólatræið verður tendrað. Leygardagin 28. november verða tó bæði jólamenn - sum alla náttina hava stríðst við at tendra træið - og tónleikur at hoyra í miðbýnum, sum aftur í ár er pyntaður við vøkrum granni og jólaperum. Sum nakað nýtt verður eisini jólamarknaður við jólasmáttum og nógvum virksemi í økinum uttanfyri ráðhúsið.

Kirkjubøur
Jólatræið verður tendrað við kirkjuna sunnudagin 29. november kl. 16. Havnar Hornorkestur spælir. Heri Joensen, prestur, heldur røðu.

Hoyvík
Jólatræið verður tendrað sunnudagin 29. november kl. 18. GHM spælir, og Bergtórur Bjarkhamar, prestur, heldur røðu.

Kollafjørður
Jólatræið verður tendrað við skúlan týsdagin 1. desember kl. 17. GHM spælir, og Derhard Jógvansson, prestur, heldur røðuna.

Kaldbak
Jólatræið verður tendrað við skúlan leygardagin 5. desember kl. 15:30. GHM spælir, og Sverri Steinhólm, prestur, heldur røðu.

Hvítanes
Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 5. desember kl. 18. Havnar Hornorkestur spælir. Theodor E. D. Olsen, prestur, heldur røðu.

Nólsoy
Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 6. desember kl. 17. Ternan fer av Havnini kl. 16:20 og úr Nólsoy kl. 19:25. Havnar Hornorkestur spælir, og Anne Mette Greve Clemensen, prestur, heldur røðu.

Jólini í miðbýnum
Vilt tú vita, hvat gongur fyri seg av jólavirksemi í miðbýnum, kanst tú fylgja við á síðuni »Jól í miðbýnum« hjá VisitTórshavn:

Jól í miðbýnum á Facebook (VisitTórshavn)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo