Tórshavn.fo: Í morgin, 17. november, verður bókingarskipanin BARN hjá Tórshavnar kommunu sløkt. Í staðin verður farið yvir til eina talgilda skipan við bíðilista.
Fyri foreldur merkir hetta, at tey ikki longur skulu leita eftir plássum á dagstovni í Tórshavnar kommunu. Í staðin skulu tey skráseta barnið á bíðilista á upp til fýra stovnum. Hesir stovnar verða raðfestir frá 1-4.
Tey, ið longu standa á ynskilista, varðveita hetta plássið sum fremsta raðfesting og kunnu skriva barnið upp til tríggjar stovnar afturat.
Størri sannlíkindi fyri at fáa ynskta plássið
Við at geva foreldrum fleiri valmøguleikar økjast sannlíkindini fyri, at tað verður pláss tøkt á einum av teimum fýra raðfestu valmøguleikunum til ta tíðina, tørvur er á plássinum.
Tá ið eitt pláss verður tøkt til barnið, fáa foreldrini boð um hetta á Mínboks. Hava foreldur trupult við at nýta talgildar tænastur, ber altíð til at fáa vegleiðing og hjálp í Snarskivuni.
Fara at taka børn inn á stovn fýra ferðir um árið
Upptøkureglugerðin hjá Tórshavnar kommunu verður eisini dagførd. Ein broyting verður, at dagstovnar framyvir fara at taka nýggj børn inn fýra ferðir um árið. Tað er 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november. Hetta soleiðis, at tað passar best við virksemið á dagstovnunum. Tað verða tískil færri tíðarskeið við innkoyring av nýggjum børnum. Og tað merkir, at tað verða færri tíðarskeið við útskifting og órógvi á vøggustovum og barnagarðsstovum. Hetta gevur betri tíð til nærveru, spæl og menning.
Miðað verður eftir at leysgeva fyrstu plássini fyrst í desember. Vit heita tí á foreldur um at skráseta barnið á bíðilistarnar skjótast gjørligt og helst áðrenn 1. desember 2023.
Nýggja skipanin verður tøk á torshavn.fo tíðliga seinnapartin fríggjadagin 17. november. Nærri kunning og vegleiðing til nýggju skipanina og reglugerðina eru eisini at finna á kommunalu heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo