Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað hevur verið og er eitt ræðandi rák í teimum flestu stórbýunum í okkara grannalondum, at tey væl bjargaðu keypa ognir inn undir seg, fyri síðani at leiga hesar ognirnar út til ferðafólk, nú ferðavinnan er nógv ment í Norðurevropa tey seinastu 5‐10 árini. Hetta hevur tíverri havt við sær, at húsaprísirnir eru sera nógv hækkaðir og harvið er tað næstan ómøguligt hjá tí vanliga fólkinum við vanligum lønum, sum vil búgva í býnum, at fylgja við í kappingini og ogna sær eini hús.

Tíverri hevur hetta rákið eisini rakt okkara, enn so vøkru Havn.

Avleiðingin av hesari ognartøku er, at vit fáa ein fólkatóman bý og somuleiðis miðbý. Dømini eru fleiri, eitt nú Reykjavík og Keypmannahavn. Er tað hetta sum okkara kommunalpolitikarar ynskja ? Nei, tað rokna vit ikki við, væl vitandi, at tað ikki er nógv at gera við støðuna, uttan so, at landspolitikarar okkara taka um endan, og á ein ella annan hátt lóggeva, so at hetta rákið vendist.

Nú støðan er sum hon er, er tað tess meira umráðandi, at okkara fólkavaldu á Vaglinum ikki renna ørindir fyri hesi vælbjargaðu, sum eru í ferð við at keypa upp allan býin og miðbýin. Tað er lítil ivi í, at tær ætlanirnar sum hesi koma við, um eitt hvørt skal broytast ella byggjast, ikki koma at tæna fjøldini, men verður tað allarhelst hugsa meira um pengapungin og um hvussu nógv kann eg fáa í mín egna lumma.  

Tískil vilja vit koma við einari áheitan á okkara býráð, um ikki at loypa avstað á leistum, tá onkur sigur seg ætla at geva tykkum/býnum eina gávu. Minnist nú til, at tit umboða allar borgararnar í kommununi, og serliga teir sum búgva og rinda skatt í kommununi.

Annars so halda vit at tað er heldur margháttligt, at nú kommunan er samansett av fleiri bygdum og býum, at tað bert eru tær smáu bygdirnar, sum fáa eina staðbundna nevnd, sum hevur møguleikan at koma við viðmerkingum til ymiskar verkætlanir, sum eru í umbúna. Hví verður Havnin ikki deild upp í nøkur natúrlig økir, so sum Argir, Miðbýurin, Norðasta Horn og Hoyvík, og kundu hesi økir eisini havt eina staðbundna nevnd. Tað hevði allarhelst havt við sær, at mangar orrustur ikki høvdu sæð dagsins ljós, og at verkætlanirnar frá fyrsta degi vóru meira umhugsaðar og høvdu fingu meira undirtøku millum manna.

Um vit taka ætlanina um P‐húsið í miðbýnum sum dømi, so hevði tað avgjørt ikki verið tann øsingin, sum í dag er íkomin, viðvíkjandi hesi ætlan. Tá hevði tað verið møguligt at steðga hesari ætlan í føðingini, og fingið beint byggiharran á rætta kós beinanvegin. Hetta hevði spart byggiharranum og kommununi bæði pening og tíð.

Vinarliga
Felagið “Grannalív”
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo