Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Stuðul til størri listaligar verkætlanir er stuðulsmøguleiki, sum Tórshavnar kommuna á fyrsta sinni bjóðaði í 2023. Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í kommununi. 1.000.000 krónur vórðu settar av til endamálið í 2024, og tá umsóknarfreistin var farin, vóru 10 umsóknir komnar inn umboðandi listagreinarnar tónlist, leiklist, dansilit og ritlist.

Søkjast kann um í mesta lagi 300.000 krónur. 

Eftir tilmæli frá stuðulsbólkinum, sum fevndi um umboð fyri fyrisitingina og mentanarstovnarnar hjá Tórshavnar Kommunu, valdi mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at stuðla seks verkætlanum:

Dreymaleikur hjá Teatur Grugg fær 300.000 krónur
Upphav hjá Gunnvá Zachariassen fær 200.000 krónur
Rýtmugrafi hjá Dansivirkinum RIVA fær 150.000 krónur
Samdrigin hjá Onnu Katrini Egilstrøð fær 150.000 krónur
Altjóða bókmentafestivalur í Havn hjá Kim Simonsen og øðrum fær 100.000 krónur 
Sex. Love in USSR hjá Serhii Ilin fær 100.000 krónur

Samanumtikið kann sigast um hesar verkætlanirnar, at tær best uppfylla treytirnar fyri stuðli í mun til dygd, menning og visjónina hjá Tórshavnar kommunu, og best tæna endamálinum við stuðlinum. Saman umboða tær ein breiðan úrskurð av listagreinum, fleiri teirra arbeiða tvørlistaliga, tær fevna breitt (innan listagreinina, geografiskt í kommununi, um ymsar aldursbólkar o.a.), og tær eru allar mennandi fyri ta listagrein, tær umboða. Fleiri av verkætlanunum hava sum endamál at styrkja mentanarumhvørvið sum heild við at samstarva og skapa sambond tvørtur um listagreinar og genrur, ættarlið, málbólkar, felagsskapir, yrkis- og áhugalist o.a.

Tú kanst lesa meira um einstøku verkætlanirnar niðanfyri.

Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, sigur soleiðis um játtanina:

»Vit í Tórshavnar Býráði fegnast almikið um at kunna veita mentanarlívinum hendan munadygga stuðulin. Tað er ikki sørt hugvekjandi at síggja, hvussu stórbærar ætlanir okkara listafólk hava og høgu dygdina, sum tey umboða. Eg eri sera spentur um hesar verkætlanirnar, sum veruliga vísa, hvussu fjølbroytt mentanarlívið í Tórshavnar kommunu er«.

Næsta umfar av stuðli til størri listaligar verkætlanir verður eftir ætlan í fyrru helvt av 2025.

Dreymaleikur hjá Teatur Grugg – 300.000 krónur (søktu 300.000 kr.)
Teatur Grugg við Súsonnu og Riu Tórgarð á odda framleiðir leikin Dreymaleik eftir August Strindberg. Talan er um ein klassikara innan leiklistina, sum skal framførast í nútíðarhami. Hanus Kamban hevur umsett tekstin til føroyskt, og leikarahópurin telur nakrar av mest royndu leikarunum, vit eiga – bæði her heima og uttanlands.

Upphav hjá Gunnvá Zachariassen – 200.000 krónur (søkti 250.000 kr.)
Upphav er upprunaleikur, sum Gunnvá Zachariassen skrivar, framleiðir og framførir. Leikurin, sum verður ein samanseting av sjónleiki og story-telling, byggir á veruligar hendingar í Hesti, tá nærum helvtin av monnunum í bygdini gingu burtur. Søgan verður søgd frá sjónarhorninum hjá ommu Gunnvá, sum tá var smágenta. 

Rýtmugrafi hjá Dansivirkinum RIVA – 150.000 krónur (søktu 190.000 kr.)
Rýtmugrafi er ein tvørlistalig verkætlan, sum samantvinnar dans og tónlist. Dansivirkið RIVA, sum er einasta yrkisdansibólkur í Føroyum, hevur funnið saman við Føroya Slagverksensemble, sum er bólkur við 4 yrkislærdum slagverksspælarum, um at skapa eitt nýtt tvørlistaligt verk, har samanspælið ímillum dans og rýtmu verður granskað. 

Samdrigin hjá Onnu Katrini Egilstrøð – 150.000 krónur (søkti 150.000 kr.)
Samdrigin er ein tvørlistalig opera, har samtíðarklassiskur tónleikur verður settur saman við elektronikki, operu, heavy metal og dansi. Verkætlanin viðgerð sera viðkomandi samfelagsslig evni, nevniliga sálarligan harskap og trauma millum kvinnur. Lív Róadóttir Jæger skal skriva tekstin til operuna.

Altjóða bókmentafestivalur í Havn hjá Kim Simonsen o.ø. – 100.000 krónur (søktu 200.000 kr.)
Altjóða bókmentafestivalur í Havn er nýggjur 10-daga langur festivalur, sum fer at seta dám á allan býin í oktober. Tiltøk verða bæði á vanligum mentanarstøðum so sum í Býarbókasavninum og á Listasavninum og úti í náttúruni í Sandagerði, í Húsahaga o.a. Við á festivalinum verða leiðandi rithøvundar í Føroyum umframt útlendskir rithøvundar og fakfólk.

Sex. Love in USSR hjá Serhii Ilin – 100.000 krónur (søkti 100.000 kr.)
Leiklistaverkætlan hjá ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin, sum er flýddur til Føroya undan krígnum í Ukraina og nú búsitandi í Tórshavn. Leikurin er ein nútíðartulking av einum leiki frá tíðini, tá Sovjettsamveldið var til, og kavar niður í tær goymdu, men sera sterku ósemjurnar, sum áleikandi kríggið hevur vakt í fyrrverandi sovjetiskum tjóðum, og sum eru við til at syndra hesar tjóðirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo