Tórshavnar kommuna: Samskifti hevur verið við meinigheitina seinastu tíðina, og Tórshavnar kommuna hevur í hesum sambandi boðið meinigheitini at keypa Skt. Jósefs barnagarð fyri eina upphædd uppá 8 milliónir. Meinigheitin hevur tikið av hesum tilboði.
Ætlanin er, at stovnurin so verður vanligur, kommunalur dagstovnur, eins og aðrir kommunalir dagstovnar, og at kommunan bjóðar starvsfólkunum starv í yvirtikna kommunala dagstovninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo