Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna ynskir at gerast meir nýskapandi á talgilda økinum og sóknast tí eftir snildloysnum til tænastur hjá kommununi. Tí hava Hugskotið og KT deildin hjá Tórshavnar kommunu saman við Fróðskaparsetrinum tikið stig til tiltakið ‘Talgilda tín bý’.

- Talgilda tín bý er eitt tiltrongt høvi hjá royndum og óroyndum at hittast til at arbeiða við hugskotum. Tær nýtist hvørki at duga nakað við snildum forritum ella at hava eitt hugskot við heimanífrá. Tað einasta sum krevst, er hugflog og eitt ynski um at menna talgildar loysnir, sum gera gerandisdagin lættari hjá okkum føroyingum, greiðir Sóley Heradóttir Hammer frá, leiðari fyri Hugskotið.

Talgildar loysnir kunnu mennast í tað óendaliga og til snøgt sagt øll øki í samfelagnum. Tey bestu hugskotini eru tey, ið nøkta ein ítøkiligan tørv í gerandisdegnum hjá okkara borgarum. 


- Eitt nú eru Pendla.fo og Hiking.fo góð dømi um snildloysnir, ið eru komin á marknaðin seinastu árini, og sum eru dømi um hentar loysnir til ein bólk av brúkarum. Tað eru hugskot av hesum slag, vit vóna at fólk fara at arbeiða við á tiltakinum, tó innan onnur øki. 


Saman við luttakarunum vera 12 mentorar til staðar, ið koma at leggja luttakarunum lag á. Mentorarnir eru heintaðir úr talgilda vinnulívinum í Føroyum, og skulu hesir saman við luttakarunum arbeiða við innovativum hugskotum.


- Ítøkiliga endamálið við tiltakinum er at skapa gróðrarbotn fyri einum innovativum býi fyri okkum øll, og yvirskipaða endamálið er at dyrka besta tilfeingið vit hava í Føroyum, nevniliga heilatilfeingið og harvið at skapa vitanarstørv her heima.

Fyrireikararnir leggja dent á, at tað er borgarin, ið best veit, hvar tørvur er á talgildum loysnum, og tí er tað sera umráðandi at fáa borgaran at luttaka á tiltakinum. Tiltakið er skipað sum hugskotsverkstovur, og hvør bólkur sleppur at greiða frá sínum hugskotið móti endanum av degnum.

- Vit vóna at fáa nógv góð og spennandi hugskot til talgildar loysnir innan t.d. ferðslu, umhvørvi, eldraøkið, børn og ung, ferðavinnu ella stóra bústaðartrupulleikan, sum vit síggja í dag. Øll hugskot eru vælkomin.


Vinnandi toymið fær 50.000,- kr. í virðisløn. Ein dómsnevnd kjósar ein vinnara, tá tiltakið endar, og luttakararnir hava lagt sínar loysnir fram fyri eini dómsnevnd. Umframt vinnandi hugskotið, lata Betri og Føroya Tele hvør sín eykavinning á 5.000 kr. til nummar 2 og 3. 


Tiltakið verður 21. til 22. september í nýggju Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Tilmeldingin fer fram á: www.nyskapan.org/talgildatinby

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo