Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarafundur var í Kollafirði týskvøldið.

Útvið 300 fólk vóru møtt og fleiri enn 100 fólk fylgdu við á stroymingini av fundinum, sum var hildin í skúlanum í Kollafirði.

Tað vóru nógv evni á skrá, men tað var eitt evni sum upptók Kollfirðingar meiri enn nakað annað: Hagtøl av demografisku gongdini í Kollafirði.

Tølini vísa nevniliga eina demografiska vanlukku í Kollafirði.

Ímeðan metstórur fólkavøkstur er í Føroyum og stórur fólkavøkstur hevur verið í øllum kommunum og bygdum rundan um Kollafjørð, minkar fólkatalið í Kollafirði. Vit síggja tøl, sum annars bert eru at síggja í útjaðarnum.

Í aldursbólkinum 0 – 9 ár er staðfest ein minking á 15% í mun til 2001, eftir at Kollafjørður kom uppí Tórshavnar Kommunu. Hetta sama tíðarskeið vaks hesin aldurbólkur við 4% fyri Tórshavn og heili 39% á Strondum, sum er ein samanberulig bygd.

Í aldursbólkinum 10 – 19 ár, minkaði fólkatali í Kollafirði við 15%, meðan hesin aldursbólkur vaks við 3% í øllum Føroyum og við 17% í Tórshavn.

Í aldursbólkinum 20-29 ár er sama mynstur galdandi, i Kollafirði er ein afturgongd á 12%, ímeðan tað á Strondum er ein 23% framgongd í fólkatalinum og 18% øking í Tórshavn.

Børn og fólk í burðardyggum aldri eru vorðin burtur í einari av størstu bygdunum á Streymoynni, síðani Tórshavnar Kommuna yvirtók, meðan bygdirnar norðanfyri Eysturoyartunnilin, grannabygdirnar í Sundalagnum og vestanfyri eru vaksnar nógv somu árini.

Tað hevur seinastu nógvu árini verið eitt ynski hjá ungum Kollafirðingum og barnafamiljum at búseta seg í Kollafirði.

Men hetta hevur verið forsømt í meira enn 20 ár av skiftandi býráðssamgongum í Havn.

Í Kollafirði eru eingir bústaðarmøguleikar og hava ikki verið tað í fleiri ár.

Risaútstykkingar hava verið í Tórshavnar Kommunu, men tær hava ikki verið í Kollafirði, og úrslitið síggja vit í dag á barnatalinum og talinum av ungum fólki í bygdini.

Barnafamiljur hava ístaðin búsett seg í grannabygdunum og hetta sæst týðiliga aftur í hagtølunum frá Hagstovuni, sum eisini vóru løgd fram á borgarafundinum.

Tølini tala fyri seg. Her er talan um vanrøkt av einari heilari bygd.

Kollfjarðarnevndin hevur tað fatan, at Tórshavnar Kommuna framvegis ikki raðfestur økið til frama fyri fólkið, sum býr á staðnum, og vit mugu ásanna at tað er sera trupult at fáa politikarar og umsitingina at raðfesta økið.

Skal vend koma í, má ein strategisk ætlan gerast fyri trivnaðin og fólkavøkstur í Kollafirði.

Umsitingarligar broytingar mugu gerast, soleiðis at umsitingin kann fevna um, í minsta lagið, eitt starvsfólk, ið bert tekur sær av at menna Kollafjørð, og teimum málum, ið har til hoyra, skal nakað muna gott henda

Kollfjarðarnevndin heldur fast um, at ein uppfylgjandi fundur verður 29. august.

Kollfjarðarnevndin
Dennis Christensen
Elin Debess
Trina Eysturoy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo