Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlin.fo: Fyrrapartin í dag gjørdi Tórshavnar kommuna avtalu við Undivísingarstýrið og Gjaldstovuna um Skúlanet, sum fevnir um allar fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Við sínum umleið 3.000 fólkaskúlanæmingum er avtalan eitt týðandi grundarlag fyri samlaðu heildarætlanina fyri KT-umsitingina fyri alt tað føroyska undirvísingarverkið.

Endamálið við Skúlaneti er at veita undirvísingarstovnum í Føroyum eitt gott KT kervi við vælvirkandi neti og tíðarhóskandi loysnum, m.a. Skjalhald. Endamálið er at gera tað lætt og trygt hjá næmingum og starvsfólkum at brúka KT amboð í skúlunum, so betri umstøður eru til at savna seg um undirvísing og læru. Harumframt skal fyrisitingin gerast lættari og samskifti millum starvsfólk, næmingar og foreldur verða smidligari.

Við avtaluni fer Tórshavnar kommuna at fáa eitt tíðarhóskandi net, sum lýkir øll neyðug krøv innan KT trygd. Skúlarnir fáa somuleiðis KT hjálp, tá ið teimum tørvar tað.

Gjaldstovan og Undirvísingarstýrið eru sera fegin um avtaluna. Tórshavnar kommuna fevnir um 40% av øllum næmingunum í fólkaskúlunum í Føroyum, og tí er hetta ein sera góður viðspælari.

Í næstum verður farið undir fyrireikingarnar úti á skúlunum, so Skúlanet verður klárt at bjóða næmingum og starvsfólkum í 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo