Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit sum foreldraráð ynskja at stuðla teimum røsku fólkunum, ið arbeiða við okkara børnum, og at fáa politisku skipanina at vakna, so hesi fáa ta virðing, ið tey og okkara børn hava uppiborið.

Sum foreldur og foreldraráð ynskja vit áhaldandi at vísa á teir skeivleikar, ið eru í dagsstovnaskipanini í Tórshavnar Kommunu, og gevast ikki fyrrenn vit síggja munandi batar, og eggja vit eisini øllum øðrum foreldraráðum í kommununi at gera tað sama.

Tí heita vit á øll foreldraráð í kommununi at savnast, soleiðis at vit standa saman at vísa kommununi, at tað ikki bert er eitt einkult mál, men at trupulleikin breiðir seg yvir alla kommununa.

Higartil eru 8 foreldraráð, ið hava boðað frá, at tey koma, og vónandi verða fleiri.

Ongin virðing fyri námsfrøðini – Kommunan hevur misskilt sína uppgávu
Virðingin fyri námsfrøðingum og dagstovnum sum heild, er lítil. At vit fara soleiðis við starvsfólkunum og børnum okkara er umsorganartrot, ið helst fer at hava avleiðingar fyri framtíðina.

Politikararnir eru valdir inn í kommunustýrið, at tæna borgaranum.

Høvuðstænarin er borgarstjórin, ið er valdur at leiða bólkin av fólki, ið er valdur inn. Øll kunnu stilla upp, og verða vald inn at tæna kommununi; frisørin, vaskikonan, bilmekanikarin… óansæð starvsheitið og útbúgving - Tað er tað vakra við fólkaræðinum.

Endamálið hjá kommununi eigur fyrst og fremst at vera, at skapa bestu karmar fyri børn, ung, vaksin og gomul at búgva og virka í kommununi, og at kommunan mennist á ein skilagóðan hátt.

Tí er tað hugstoytandi, og skelkandi, at foreldur, ið rópa neyðarróp um skilið á dagsstovnaøkinum, fáa háðandi aftursvar frá borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu.

Tað tykist, sum at taktikkurin er tann sami, sum vit væntaðu… at flyta fokus, heldur enn at loysa trupulleikan. At tosa um djóravernd, heldur enn ta mest aktuella og týdningarmesta málið á degnum…

Vit eru ikki her fyri at dystast persónligar dystir, og vilja ikki síggjast sum ein mótpartur til tey fólkavaldu, men ein bólkur, ið kritiserar og vísir á teir trupulleikar, ið eru á dagsstovnaøkinum, ið man ikki sær við at hyggja á eitt Excel-skjal í býráðnum.

300 nýggj ansingapláss – Hvør skal arbeiða har?
Kommunan sigur, at tey gera nógv fyri dagstovnaøkið. Eitt nú at tað verða umleið 300 nýggj ansingapláss tøk innan ikki ov langa tíð. Spurningurin er tá, hvør skal starvast har?

Man hevur sett eyka flokkar inn, fyri at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Men tað nyttar lítið fyri dagstovnaøkið, um flestu av hesum velja at starvast aðrastaðni, har tey fáa munandi betri sømdir.

”Fult er áðrenn yvir flýtur” sigur orðatakið
Hetta er soleiðis ein kann lýsa Tórshavnar Kommunu. Hvat er endamálið við at kommunan veksur og veksur, men at karmarnir ikki fylgja við? Bjóðar man fólki vælkomin, so má man eisini syrgja fyri at tey hava okkurt at koma til.

Tað er okkara áheitan og ynski mótvegis kommununi, at hugsa um okkum, ið búgva her nú, at fáa tað at rigga, heldur enn at eggja fólki at flyta til kommununa, soleiðis at støðan gerst enn verri. Tað er snøgt sagt ikki pláss fyri fleiri barnafamiljum í høvuðsstaðnum.

Eiga vit ikki at vera opin og erlig mótvegis teimum barnafamiljum, ið ætla at flyta til kommununa?

At støðan er ikki góð. At ein, allarhelst skal bíða í mánaðarvís, ja áravís, inntil ein fær barn sítt inn á stovn. Og at støðan á dagstovnaøkinum er niðurprioritera í so nógv ár, at støðan í dag veruliga ikki er góð? Alt annað er at halda fólki fyri gjøldur.

Dagstovnaleiðari ella skrivstovufólk?
Tað er blivin somikið nógv umsiting hjá leiðarum á dagstovnaøkinum, at leiðarin ger ikki annað enn skrivstovu uppgávur. BARN-skipanin skal eygleiðast hvønn dag, skema, sjúka, frávera, lønir, alt hetta fyllir dagligdagin hjá leiðarunum, so tíð og yvirskot ikki er til at leiða starvsfólk og stovn.

Hetta er eisini orsøkin til at okkara leiðari í dag stingur í sekkin og nú fer.

Ein kann spyrja, hví ein treyt er at vera námsfrøðingur, tá ein søkir leiðarastarv á dagstovnaøkinum, tá arbeiðið stórt sæð fevnir um skrivstovuarbeiði.

Eitt hugskot kundi verið, at skrivstovuhjálp bleiv sett at avgreiða slíka uppgávur, so leiðarin fekk tíð til námsfrøðisliga leiðslu.

Øll arbeiðspláss hava fyri neyðini, at hava ein góðan leiðara, ið hevur møguleika at hugsavna seg um kjarnuuppgávuna. Á dagstovnaøkinum skal ein leiðari seta ymiskt á skrá, lyfta tað námsfrøðisliga arbeiði á eitt hægri støði, finna fígging, og hava tætt, gott og sjónligt samband við starvsfólkini.

Sum foreldraráð krevja vit, at starvsfólkini sum hava fingið ábyrgd av at menna okkara børn í teirra gerandisdegi, hava bestu umstøður og trívast í sínum starvi. Tað eigur ikki at trýta í tímum á gólvinum.

Uppgávan hjá kommununi, er, at finna útav hví námsfrøðingar ikki støðast á dagstovnaøkinum, og finna eina loysn fyri hendan risa stóra trupulleika.

Foreldráðið á Dagstovninum á Maritugøtu:
Barbara Djurhuus
Angelica Djurhuus
Høgni Midjord í Stovuni
Anne Melchior Hansen
Eliasbeth Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo