Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fleiri dagstovnar hjá Tórshavnar kommunu lótu aftur, tá verkfall var. Hesa tíðina høvdu foreldur ikki møguleika at fáa børn á stovn, og rindaðu tískil fyri eina tænastu, sum tey ikki fingu.

Tórshavnar Býráð hevur í kvøld samtykt at endurrinda dagstovnagjald, sum varð rindað, tá stovnar lótu aftur vegna verkfall.

Endurgjald verður rindað fyri mistar dagar, tað vil siga, at ein føst upphædd verður rindað fyri hvønn dag, ið viðkomandi stovnur/stova vórðu stongd. Endurgjald verður ikki veitt fyri børn, ið fáa systkinaavsláttur, og fíggjarligt frípláss verður somuleiðis mótroknað í endurgjaldinum.

Eitt møguligt endurgjald kann í fyrsta lagi mótroknast í dagstovnagjaldinum í august/september, tí dagstovnagjald verður ikki rindað fyri juli mánaða.

Endurrindaða dagstovnagjaldið verður mótroknað av sær sjálvum. Tí er ikki neyðugt hjá foreldrum at seta seg í samband við kommununa fyri at fáa tað endurrindað.

Metti kostnaðurin hjá kommununi fyri at rinda endurgjald fyri mist dagstovnapláss er tilsamans umleið eina millión og sjeyhundraðoghálvtrýsstúsund krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo