Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar havn er vorðin partur av netverkinum EPI – Environmental Port Index. Hetta er eitt týðandi stig á burðardyggari kós hjá Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu. Serstakliga, tá tað ræður um cruiseferðavinnuna.

Í september í fjør vóru Tórshavnar havn og aktørar innan cruiseferðavinnuna á kunnandi fundi í Havn við EPI. Tá fingu partarnir kunning um skipanin, og hvønn týdning hetta hevur fyri havnirnar og móttøkubýirnar.

Millum luttakararnar vóru umboð fyri føroysku ferðavinnuna, havnirnar, politikkarar, agentar, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.

Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn, heldur at tað, at Tórshavnar havn er vorðin partur av EPI fer at gagna bæði Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu.

“Vit gleða okkum at brúka royndirnar frá EPI at menna eina grønari og meira ábyrgdarfulla cruiseferðavinnu. Hetta fer at vísa á Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu sum eitt frálíkt ferðamál. Tað vísir eisini, at vit vilja ganga undan, tá tað ræður um burðardygd.”

Í ár fer Tórshavnar havn at savna tilfar og máta, hvussu ferðamannaskip ávirka umhvørvið. Gjøgnum EPI kann hetta nýtast til at gera eina møguliga gjaldskipan, har tey skip, ið dálka mest, rinda meira, enn skip, sum dálka minni.

Við støði í royndunum fer Tórshavnar havn í 2025 at taka støðu til, um ein differentiera gjaldskipan skal setast í verk.

Fleiri enn 30 havnir í norðurlondum eru limir í EPI. Tórshavnar havn er einasta føroyska havnin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo